Teldutøk Fiskimið

 

Byrjan
Streymkort
Tíðindi
Teldutøk Fiskimið
Um okkum
Hjálp til HÚK
Uppdateringar
Hentar slóðir
Eystanfyri Út fyri Gøtuvík Uttan um Nólsoy Vestanfyri

Okkara Stuðlar

 

Fiskimið
Í nýggju skipanini eru trý miðasøvn løgd inn. Sum nakað nýtt, so er møguligt hjá tí einstaka brúkarinum at leggja síni egnu mið inn í sítt eintak av skipanini, og á ein einfaldan hátt lata tey inn í HÚK-savnið.

Fyri fyrst eru trý miðasøvn løgd inn í skipanina, sum øll eru fyri leiðir eystanfyri. Tey norðastu miðini eru úr savninum eftir Frans Jacobsen, sála, úr Norðagøtu. Hetta eru mið á leiðunum, sum gøtumenn troyttu á og út fyri Gøtuvík, og eystureftir sunnanfyri Norðoyggjarnar. Hetta er gjørt møguligt takkað verið stóra vælvild og beinasemi frá teimum avvarandi eftir Frans.

Eitt sindur longri suðuri á leiðunum kring Nólsoynna hava Jógvan á Argjaboða, Argir, og Edvin Arge, Tórshavn, loyvt okkum at brúka teirra miðasavn. Eisini hava teir verið so beinasamir, at teir hava verið við okkum onkran túr á báti, har lagt er til miðis, og myndir eru tiknar av ýtunum til nøkur av miðunum. Enn eru hettar tær einastu myndirnar av ýtum í savninum, men ætlanin er at tey skulu gerast fleiri.

Tað triða savnið hevur mið eystanfyri Suðuroynna og norður í Suðuroyarfjørð, og er tað eftir Don Petersen, Trongisvágur.

Umframt hesi trý miðasøvnini hava vit fingið fleiri onnur søvn inn, og vilja vit her siga øllum teimum, sum hava latið okkum tilfar stóra takk fyri álitið.

Fyri at fáa miðini inn í skipanina, er neyðugt hjá okkum at kenna positiónina, soleiðis at tey kunnu koma fram á einum korti. Hetta royna vit eftir førimuni, partvíst við at seta av á einum korti, ella við at fara út við báti. Hetta er rættuliga tíðarkrevjandi, og fyri at nakað skil skal verða í hesum, er neyðugt við góðum staðbundnum kunnleika. Okkara staðarkunnleiki er sera avmarkaður, og tí eru vit sera takksamir fyri alla hjálp, ið vit fáa til hetta arbeiði.

Í nýggju HÚK-skipanina er ein funktión innbygd, sum ger tað møguligt hjá hvørjum einstøkum brúkara at leggja síni mið inn, og um hann hevur hug til tað, so skal bert eitt klikk til, fyri at senda tey inn til okkum í áhugabólkinum. Vit í áhugabólkinum skulu so 'góðkenna' hesi miðini, aðrenn tey verða løgd út í almenna HÚK-miðasavnið. Orsøkin til at vit ynskja at hyggja eftur miðunum, aðrenn tey fara í HÚK-savnið, er fyri at fanga mið, sum kunnu koma inn uttan at álvari er aftanfyri.

Sum nevnt, so eru tað bert nøkur fá mið, sum hava myndir av ýtunum. Henda uppgávan vísti seg at verða munandi meira krevjandi, enn vit mettu, tá vit byrjaðu. Vit hava tó ikki slept hesari ætlan, men vóna at tað fer at leggjast aftrat so hvørt.

Byrjan | Streymkort | Tíðindi | Teldutøk Fiskimið | Um okkum | Hjálp til HÚK | Uppdateringar | Hentar slóðir

This site was last updated 23-jan-2009