|
|
|
|
|
|
|
Her er ein brúkaraleiðbeining til aktivu streymkortini og miðasavnið í HÚK. Tá tú hevur downloada Húk.zip, skal fílan pakkast út. Hon kann leggjast har sum tú hevur hug, tó ikki á skriviborðið, tí tá verða nakrar forðingar, ið gera at forritið ikki koyrir, sum tað eigur. Forritið skal ikki installerast, men bert kopierast í mappuna, ið tú hevur valt til forritið, og síðani upprætta ein "genvej" til startfíluna, ið eitur Huk.exe Tað lættasta er at høgraklikka á startfíluna Huk.exe og velja "send til", og vel tá "skrivebord (Opret genvej)", - so er lættast at finna start-ikonið til HÚK.
|
This site was last updated 21-jan-2009