Fyri 'teir gomlu' var holl
vitan um fiskimið ofta avgerandi fyri at fáa góðan fong, og ýtini vóru teirra
vinnuloynidómar. Við nútímans hjálpitólum hevur
henda vitanin, sum vanliga gekk í arv frá einum ættarliði til tað næsta, ikki sama
týdning longur, og nógv av miðunum og ýtum teirra eru longu gloymd.
Hendan skipanin er gjørd í einari roynd at savna nøkur fiskimið, og gera tey
teldutøk, áðrenn tey øll verða gloymd.
Eitt av okkara fremstu ynskjum og ætlanum við HÚK-skipanini
er at savna flest møgulig fiskimið á einum stað, og at so nógv sum gjørligt
gera brúk av teimun og vónandi leggja okkurt aftrat.
Í skipanini er møguligt hjá tí einstaka brúkarinum at leggja síni
mið inn í sítt eintak. Um viðkomandi ynskir, at onnur eisini skulu fáa kunnleika
til hesi miðini, so er tað lætt at senda egin mið inn til HÚK-áhugabólkin umvegis
skipanina. Teir í HÚK-áhugabólkinum ganga síðani ígjøgnum innkomna tilfarið, og
meta um tey skulu gerast partur av almenna partinum av HÚK-savninum.
Nú sum áður vilja vit fegnir frætta,
hvussu skipanin roynist og hvat tit halda um hana. Serliga áhugaðir eru
vit at hoyra um skeivleikar, sum tit koma fram á. Tað er av stórum
týðningi, at vit hoyra um hetta frá tykkum, soleiðis at vit kunnu gera
næstu útgávuna enn betri.
Klikkar tú á
knøttirnar omanfyri, kemur tú víðari við at upprætta ella broyta
fiskimiðini í HÚK-skipanini.