Nýgg HÚK útgáva

Nú, - fleiri siga helst umsíðir-, hava vit lagt eina nýggja útgávu av HÚK-skipanina út á www.mid.fo. Tað er eins og við fyrru útgávuni, Formula.fo, sum hevur  forritað vegna áhugabólkin.

Tann størsta broytingin er, at nú eru fiskimiðini komin við aftur í skipanina, og sum nakað heilt nýtt, er nú eisini streymkurvar fram til ár 2009. Eisini er sjálvt markamótið broytt, soleiðis at brúkarin sjálvur avgerð hvar á skerminum hann vil hava teir ymsu knøttarnar og valtalvurnar. Harumframt eru fleiri broytingar gjørdar, sum ikki beinleiðis síggjast, men vónandi bøta um skipanina.

Fiskimiðaskipanin, sum nú er við í HÚK-skipanini, líkist í stóran skipanina, ið liggur á netinum, men tað er møguligt at leggja síni egnu mið inn í skipanina. Nøkur fá mið kring Nólsoynna liggja longu í skipanini, men vónandi koma fleiri mið inn so hvørt. Eisini skal verða mint á, at fiskimiðasavnið á mid.kagi.fo framvegis er virkið.

Skipanin er tøk umvegis heimasíðu okkara www.mid.fo. Sum við fyrstu útgávuni, so dragast vit framvegis við at skipanin fyllir nakað nógv, umleið 140 Mb, so neyðugt erv at verða tolin, tá hon verður heintað av netinum. Málið er at fáa skipanina pakkaða meira saman, men nær tað verður vita vit tíanverri ikki.

Nú sum áður vilja vit fegnir frætta hvussu skipanin roynist og hvat tit halda um hana. Serliga áhugaðir eru vit at hoyra um skeivleikar, sum tit koma fram á. Tað er av stórum týðningi at vit hoyra um hetta frá tykkum, soleiðis at vit kunnu gera næstu útgávuna enn betri.