www.mid.fo
Byrjan
Streymkort
Tíðindi
Teldutøk Fiskimið
Um okkum
Hjálp til HÚK
Uppdateringar
Hentar slóðir

webmaster

 

Vælkomin til HÚK skipanina.

Seinasta útgávan av HÚK-skipanini er nú klár at heinta niður av netinum. HÚK-skipanini er ein GPS-plottari við streymkortum og fiskimiðum, ið er mentur og framleiddur í Føroyum.

Seinasta útgávan av skipanini Hent Útróðrar Kunning, stytt HÚK, er nú klár at heinta niður. Í hesari útgávuni eru ymsar ábøtur gjørdar, soleiðis at skipanin sum heild koyrir betri, umframt at fleiri hentleikar eru komnir við í skipanina.

Í skipanini eru eins og áður teldutøk streymkort, fiskimið, streymkurvar og so kann skipanin eisini nýtast sum plottari, um ein GPS-antenna verður sett til telduna.

Eisini, at ein meira útbygd leiðbeining, sum eisini er tøk umvegis knøttin í breddanum til vinstru.

Tað er ein áhugabólkur, sum stendur fyri hugskot og menning av skipanini, og KT-fyrtøkan Formula.fo hevur forritað og framt tøkniligu menningina. Fíggjarligur styrkur er veittur frá ymsum stuðlum, sum standa í breddanum til høgru.

Skipanin kann heintast niður við at trýsta á knøttin í breddanum til vinstru. Tíanverri fyllir hon nakað nógv, heili 163 Mb, so tað umræður at verða tolin. Men hetta skal bert gerast eina ferð, meðan uppstiganir og onnur iskoytir, sum eftir ætlan koma so hvørt tey eru klár, fara at fylla munandi minni.

Fyrivarni
Tilfarið í HÚK-skipanini er gjørt eftir bestu sannføring, men skeivleikar kunnu verða. HÚK-skipanin er gjørd tøk til nýtslu undir ábyrgd brúkarans og tey, sum hava gjørt skipanina ella á annan hátt hava latið tilfarið til skipanina, átaka sær undir ongum umstøðum ábyrgd fyri hendingar ella avgerðir, sum er tiknar við heilt ella partvísum grundarlagi í tilfarið frá hesari skipan.

 

Okkara Stuðlar

Byrjan | Streymkort | Tíðindi | Teldutøk Fiskimið | Um okkum | Hjálp til HÚK | Uppdateringar | Hentar slóðir

This site was last updated 23-jan-2009

backround of first amendment audio recordings of morse code 3 steps to conquer add how to find indonesian employee basf automotive leather barnes family geneaology brett nielsen oakhurst ca ancient nano technology closest oceans to san antonio texas army enlisted career progression ppt slides chihuahuas and asthma benifits east hospital famke janssen pics crafted carbide catching sugar gliders allow load lan access with sonicwall